v1  Til songmeistarans, av Kora sonum, ein sálmur. v2  Tú hevði, Harri, til land títt yndi, forløgum Jákups vendi tú við; v3  misgerðir fólks tíns tókst tú burtur, syndir tess allar fjaldi tú! Sela. v4  Tú vreiði tína alla lætst fara, tína brennandi ilsku stillaði tú! v5  Vend til okkara aftur, várar frelsunnar Guð, lat vreiði tíni móti okkum renna! v6  Vilt tú allar ævir vera illur við okkum, lata vreiði tína røkka frá ætt og til ætt? v7  Vilt tú ikki aftur til lívs okkum kalla, so at fólk títt kann í tær eiga gleði? v8  Lat okkum, Harri, tína miskunn skoða, frelsu tína okkum tú veiti! v9  Eg vil hoyra, hvat Guð Harrin talar! Frið hann talar fólki sínum, teimum heilagu sínum, og teimum, ið hjartanum venda til hans. v10  Ja, nær er hans frelsa hjá teimum, hann frykta, brátt man dýrd taka búgv í landi várum! v11  Mildi og trúfesti finnast á fundi, rættferð og friður heilsast við kossi. v12  Sannleikur sprettur av jørðini upp, rættvísi skoðar av himni her oman. v13  Ja, Harrin, hann gevur lukku, og land várt gevur grøði sína! v14  Rættvísi gongur undan honum, og friður fylgir í sporum hans!