Ein bøn; av Dávidi.
v1  Harri, vend oyra títt til og mær svara, tí armur og eymur eg eri. v2  Varða tú lív mítt, tí eg eri trúgvur, bjarga tænara tínum, ið á teg lítur! v3  Náða meg, Harri, tú ert mín Guð, tí allan dagin eg á teg kalli! v4  Gleði tú sál veiti tænara tíns, tí, Harri, til tín eg sál mína hevji! v5  Tí tú, Harri, ert góður og várkunnsamur, ríkur av náði móti øllum, ið á teg kalla! v6  Gev, Harri, bøn míni ljóð, lýð á mína bønligu reyst! v7  Á neyðardegi eg rópi til tín, tí tú vilt svar mær veita. v8  Tú, Harri, fært ikki líka millum guda, gerningar tínir fáa ikki líka! v9  Fólkasløg øll, sum tú hevur skapað, skulu koma og níga fyri ásjón tíni, og skulu navn títt æra, Harri; v10  tí stórur tú ert, og tú undurverk gert, tú eina ert Guð! v11  Ger mær, Harri, veg tín kunnan, lat meg ganga í sannleika tínum, sameina mítt hjarta at óttast títt navn! v12  Harri, Guð mín, av øllum mínum hjarta eg lova tær vil og títt navn altíð æra, v13  tí mikil er móti mær miskunn tín, úr heljardýpi hevur tú sál míni bjargað! v14  Níðingar, Guð, eru móti mær reistir, ein flokkur av illmennum søkir mítt lív, teg hava teir ikki fyri eygum! v15  Men tú, Harri, er ein mildur og miskunnsamur Guð, tolinmóður og av góðsku og trúskapi ríkur! v16  Vend tær til mín og gev mær náði, gev mátt tín tænara tínum, bjarga syni trælkonu tínar! v17  Ger eitt tekin mær fyri góðum, at hatarar mínir mega síggja við skommum, at tú, Harri, hevur mær hjálpt og meg uggað!