v1  Ein songur; ein sálmur; av Kora sonum; til songmeistarans; al-mahalat-leannot; ein maskil av Hemani Ezrahita. v2  Harri, mín Guð, um dagin eg kalli, um náttina er mítt róp tær íhjá. v3  Lat mína bøn koma tær fyri eygu, legg oyra títt at harmastynjan míni! v4  Tí sál mín er av ólukkum mett, lív mítt komið er nær at heljum! v5  Eg mettur verði javnt við teir, sum í grøv fóru niður, eri vorðin eins og máttleysur maður! v6  Eg eri komin í avdeyðalag rætt sum falnir, teir, ið hvíla undir moldum, sum longu eru gingnir tær úr huga og eru farnir tær av hond! v7  Tú hevur meg lagt í helheims helli, í myrkrið í djúpinum niðri. v8  Vreiði tín meg tungliga nívir, allar tínar aldur tú á meg lætst bróta. Sela. v9  Mínar frændur hevur tú frá mær rikið, til eina andstygd meg gjørt fyri teimum. Eg innistongdur eri og kann ikki sleppa út. v10  Míni eygu eru av neyð míni maktað. Hvønn dag, Harri, eg kalli á teg, og rætti móti tær mínar hendur. v11  Manst tú væl gera undur fyri teim deyðu, munnu skuggarnir rísa at veita tær lov? Sela. v12  Munnu tey undir moldum siga frá miskunn tíni, frá trúfesti tíni í avgrundar dýpi? v13  Munnu undur tíni verða í myrkrinum boðað, ella rættvísi tín í gloymskunnar landi? v14  Men eg, Harri, rópi á teg, á morgni nærkar mín bøn sær til tín! v15  Hví koyrir tú, Harri, sál mína burtur og fjalir fyri mær tína ásjón? Sela. v16  Armur eg eri og komin at deyða, frá ungdómi havi eg borið tínar ræðslur, og eg lúgvist! v17  Tín fúkandi vreiði er yvir meg komin, tínar ræðslur meg gera til einkis. v18  Tær um meg flokkast allan dagin sum vatn, í felagi sláa tær um meg ring. v19  Vinir og frændur tú frá mær hevur rikið, mín næsti er deyðans myrkur!