v1  Ein maskil; av Etani Ezrahita. v2  Um miskunnar verk Harrans eg altíð vil syngja, ætt eftir ætt við mínum munni um trúskap tín boða. v3  Tí tú hevur sagt, at náðin um ævir er bygd, á himni tú hevur trúskap tín grundað. v4  »Eg sáttmála samdi við hin útvalda mín, svór Dávidi eiðir, tænara mínum: v5  Allar ævir vil eg lata títt avkom standa við, og tín kongastól byggja ætt eftir ætt.« Sela. v6  Og himin prísar títt undurverk, Harri, á fundi teirra heilagu fær tín trúfesti prís. v7  Tí hvør kann í skýnum metast javnt við Harran, hvør er millum gudasona javnlíki Harrans? v8  Øgiligur er Guð í samkomu teirra heilagu, mikil og óttaligur fyri øllum íkring hann. v9  Harri, herskaranna Guð, hvør er sterkur sum tú! Harri, og rundan um teg er trúskapur tín! v10  Tú valdar havsins ódn, tú stillir bylgjanna bralan. v11  Tú Ráhab slóst sundur sum feldan kappa, tú tínar fíggindar sundraði við veldigum armi. v12  Tín er himin, og tín er heimur, foldina og hennar fylli tú hevur grundað. v13  Norðan og sunnan hevur tú skapað, Tábor og Hermon í navni tínum gleðast! v14  Tú eigur ein arm við veldigum mátti, sterk er hond tín, megnað tín høgra hond. v15  Rættferð og rættvísi bera kongastól tín, mildi og trúfesti standa tær fyri ásjón. v16  Sælt er tað fólk, sum fagnaðarrópi veit av, sum gongur, Harri, í ljósi ásjónar tínar, v17  sum hvønn dag gleðist av navni tínum og fegnast um rættvísi tína. v18  Tí tú ert teirra veldis prýði, við tíni náði tú reisir várt horn. v19  Tí hjá Harranum skjøldur vár er, hin heilagi Ísraels er kongur vár. v20  Tá í eini sjón tú talaði við teir heilagu tínar og segði: »Einum kappa eg havi krúnuna givið, lyft upp ein unglinga úr mannaflokki. v21  Eg Dávid havi funnið, tænara mín, salvað hann við mínum heilaga smyrsli, v22  at hond mín má halda honum fast, og armur mín veita honum styrki. v23  Ei skal fíggindin ráðast á hann, ei skal níðingur á honum vinna; v24  fyri hans eygum eg hans hatarar týni, og øvundarmenn hans eg raki. v25  Trúfesti mín og náði skulu við honum vera, í navni mínum skulu reisast hans horn; v26  at havinum lati eg hond hans røkka og at ánni miklu høgru hond. v27  Hann skal við meg siga: »Tú faðir mín ert, Guð mín og mínar frelsu klettur! v28  Eg kjósi mær hann til ein fyrstaføddan, til tann ovasta av heimsins kongum. v29  Mína góðsku móti honum eg altíð vil goyma, mín sáttmáli við hann ikki skal vikast. v30  Ætt hans eg lati standa við allar ævir, kongsstól hans meðan himin er til. v31  Um synir hans svíkja mína lóg og ikki mínum ráðum fylgja; v32  um teir bróta samtyktir mínar og ikki boð míni halda; v33  tá vil eg misbrot teirra revsa við stavi og við fleingjum syndir teirra, v34  men mína náði eg ikki taki honum ífrá, trúfesti mína ikki eg svíki. v35  Eg vil ikki bróta sáttmála mín, ei broyta tað, ið mín muður hevur mælt. v36  Eina ferð havi eg svorið við heilagskapi mínum, og á ongum sinni eg Dávid man svíkja. v37  Ætt hans skal um allar ævir standa við, kongsstólur hans eins og sólin fyri ásjón míni, v38  sum mánin skal hann standa fastur med alla, aldri vikast, meðan himin er til!« v39  Og tó hevur tú vrakað og koyrt burtur, hevur farið í vreiði við hinum salvaða tínum. v40  Tú sáttmálan við tænara tín hevur slitið, hevur krúnu hans blakað við ósømd til jarðar. v41  Tú rivið hevur niður múrar hans allar, virki øll hans tú í oyði hevur lagt; v42  ferðafólk hava øll hann rænt, hann vorðin er spott fyri gronnum sínum. v43  Tú latið hevur fíggindar hans fáa valdið, tú glett hevur allar hans øvundarmenn; v44  tú svørðsegg hans lætst undan víkja, tú heltst honum ikki uppi í stríðnum. v45  Tú hevur veldisstavin tikið úr hondum hans, og kongsstól hans hevur tú kastað til jarðar; v46  tú stytt hevur um hans ungdóms dagar og hevur í skommum hann fjalið. Sela. v47  Hvussu leingi, Harri, vilt tú teg krógva? Skal vreiði tín loga sum eldur? v48  Minst til, Harri, hvør stutt ævi mín er, og til hvørja fáfongd tú skapaði øll menniskjunnar børn! v49  Hvør er hann, ið livir og ikki fær deyðan at síggja? Hvør bjargar síni sál úr heljar valdi? Sela. v50  Hvar eru, Harri, tíni fyrru miskunnarverk, sum tú í trúskapi tínum Dávidi svórt? v51  Minst til, Harri, skammir tænara tíns, harm mín av mongum fólkum, v52  at fíggindar tínir spotta, Harri, spotta fótaspor hans, ið tú hevur salvað! v53  Lovaður veri Harrin um ævir! Amen, amen!