v1  Syngið fyri Harranum nýggjan song, syng fyri Harranum verøldin øll! v2  Syngið fyri Harranum, signið hans navn, kunngerið frelsu hans dag eftir dag! v3  Greinið heidninganna millum æru hans, fólkanna millum undurverk hans! v4  Tí mikil er Harrin og lovaður sára, øgiligur er hann yvir allar gudar; v5  tí allir fólkanna gudar skurðgudar eru, men Harrin hevur himin skapað. v6  Hátign og dýrd fyri ásjón hans eru, lov og prís í halgidómi hans. v7  Veitið Harranum, fólkanna ættir, veitið Harranum heiður og lov! v8  Veitið Harranum navns hans sóma, berið gávur og komið í forgarðar hans! v9  Nígið fyri Harranum í heilagum skrúði, titra fyri ásjón hans verøldin øll! v10  Havið á máli heidninganna millum: »Harrin tók kongavald og foldina festi, so at ikki hon vikast, við rættvísi hann fólkini dømir!« v11  Himin fegnist! Gleðist heimur! Havið bróti alt, sum tað er! v12  Hagin frøist og alt, tað hann ber! Øll trø í skóginum rópi fagnaðarróp v13  fyri ásjón Harrans, tí at hann kemur, hann kemur jarðarríkið at døma. Hann jørðina í rættvísi dømir og fólkini í trúfesti síni.