v1 Spádómur. Orð Harrans um Ísrael; tað ljóðar frá Harranum, sum tandi út himinin, grundvallaði jørðina og myndaði andan í brósti mansins. v2 Sí, eg geri Jerúsalem at ørvitissteypi fyri allar tjóðirnar kring hana; eisini Júda skal vera við at kringseta Jerúsalem. v3 Á tí degi geri eg Jerúsalem at havi fyri allar tjóðir; hvør, ið roynir at lyfta tí, skal meiðsla seg til blóðs, og allar jarðarinnar tjóðir skulu savna seg ímóti henni. v4 Á tí degi, sigur Harrin, loypi eg skelk á allar hestar og taki vitið frá reiðmonnunum. Á Júda húsi lati eg eyguni upp, men slái heidningarnar blindar. v5 Tá munnu ættarhøvdingar Júda hugsa við sær: »Íbúgvar Jerúsalems hava styrki sína í Harra herliðanna, Guði sínum!« v6 Á tí degi geri eg ættarhøvdingar Júda eins og glóðarker í viðarúgvuni, eins og brennandi kyndil í bundum; og tey skulu oyða frá sær í allar ættir og brenna heidningarnar upp. Men Jerúsalem skal verða standandi á sínum staði sum áður. v7 Fyrst man Harrin veita Júda tjøldum hjálp, so at ikki hús Dávids og íbúgvar Jerúsalems í navnfremi skulu bera av Júda. v8 Á tí degi skal Harrin halda sín verndarskjøldur yvir íbúgvum Jerúsalems; hin máttminsti teirra skal á tí degi vera sum Dávid sjálvur og Dávids hús eins og Guð, eins og eingil Harrans á odda teirra. v9 Á tí degi, tá ið eg fari undir at týna allar heidningatjóðir, ið herja á Jerúsalem,
v10 tá helli eg út yvir hús Dávids og yvir íbúgvar Jerúsalems náðar- og bønaranda, so at tey líta til hansara, sum teir hava gjøgnumgatað og harma hann eins og lívlát einkarbarnsins og syrgja hann, eins og frumgitni sonurin verður syrgdur. v11 Á tí degi verður mikil harmgrátur í Jerúsalem eins og harmgrátur Hádad-Rimons í Megiddo-dali. v12 Alt landið man syrgja, hvør kyntáttur fyri seg, kyntáttur Dávids ættar fyri seg og konur teirra fyri seg; kyntáttur Nátans ættar fyri seg og konur teirra fyri seg; v13 kyntáttur Levi ættar fyri seg og konur teirra fyri seg; kyntáttur Sjimeita fyri seg og konur teirra fyri seg; v14 allir teir kyntættir, ið eftir eru, hvør fyri seg og konur teirra fyri seg.