v1 Á tí degi skal opin lind standa Dávids húsi og íbúgvum Jerúsalems til handar til at tváa burtur synd og óreinsku; v2 og á tí degi, sigur Harri herliðanna, man eg oyða nøvn skurðgudanna úr landinum, so at eingin minnist teir meira, ja, eisini profetarnar og óreinleikans anda reki eg úr landinum. v3 Og um einhvør aftur stígur fram sum profetur, tá skulu faðir hans og móðir, hansara egnu foreldur, siga við hann: »Tú hevur gjørt fyri lívi tínum, tí at talað hevur tú lygn í navni Harrans.« Og faðir hans og móðir, hansara egnu foreldur, skulu gjøgnumgata hann, meðan hann profeterar; v4 á tí degi skulu allir profetar fáa skomm av sjónum og spádómum sínum og ikki meira ganga í loðskikkju til tess at teipa aðrar, v5 men siga: »Eg eri eingin profetur; eg eri jarðyrkismaður, og við jarðaryrki havi eg fingist frá ungdóminum.« v6 Og verður hann spurdur: »Hvat eru hatta fyri meiðsl í bringu tíni?« Tá man hann svara: »Hatta er komið av teim høggum, sum eg havi fingið í húsi ástvina mína.«
v7 Bregð tær, svørð, móti hirða mínum, móti manninum, ið stendur mær nær, sigur Harri herliðanna! Hirðan vil eg sláa, so at seyðirnir verða spjaddir; og móti sveinunum hevji eg hondina.
v8 Tá skulu í øllum landinum, sigur Harrin, tveir triðingar verða týndir og andast, og ein triðingur skal verða eftir. v9 Henda triðingin leiði eg gjøgnum eld og bræði hann, eins og silvur verður brætt, og reinsi hann, eins og gull verður reinsað. Hann man kalla á navn mítt, og eg man bønhoyra hann; og eg man siga: »Hetta er fólk mítt.« Og hann man siga: »Harrin er Guð mín!«