v1 Í áttanda mánaði á øðrum stjórnarári Dáriusar kom orð Harrans til Zakarja profets Berekjasonar, Iddosonar soljóðandi: v2 Ógvuliga reiður var Harrin inn á fedrar tykkara; v3 sig tí við teir: So sigur Harri herliðanna: Snúgvið tykkum til mín, sigur Harri herliðanna, tá vil eg snúgva mær til tykkara, sigur Harri herliðanna. v4 Verið ikki sum fedrar tykkara, sum hinir fyrru profetarnir ámintu og søgdu við: So sigur Harri herliðanna: Víkið frá tykkara vándu vegum og frá tykkara vándu gerðum! Men teir vildu ikki lýða og góvu mær ikki gætur, sigur Harrin. v5 Fedrar tykkara hvar eru nú teir? Og profetarnir liva teir ævinliga? v6 Men míni orð og míni boð, sum eg havi álagt tænarum mínum, profetunum, raktu tey ikki fedrar tykkara, so at teir vendu við og søgdu: Eins og Harri herliðanna hótti at gera við okkum eftir athavi og verkum várum, soleiðis hevur hann gjørt við okkum.
v7 Á tjúgunda og fjórða degi hins ellivta mánaðar tað er mánaðurin Sjebat í øðrum stjórnarári Dáriusar kom orð Harrans til Zakarja profets, Berekjasonar, Iddosonar soljóðandi: v8 Eg sá sjón á nátt: Maður ríðandi á reyðum hesti var steðgaður millum fjallanna, úti við ta djúpu gjónna, og honum á baki vóru reyðir, svartir, hvítir og flekkutir hestar. v9 Og tá ið eg spurdi: »Hvørjir eru hesir, Harri?« svaraði eingilin, ið talaði við meg: »Eg skal greina fyri tær, hvørjir hesir eru.« v10 Tá mælti maðurin, ið stóð millum fjallanna: »Hesir eru teir, sum Harrin hevur sent út til tess at fara um alla jørðina.« v11 Og teir svaraðu eingli Harrans, ið stóð millum fjallanna, og søgdu: »Vit hava farið um jørðina og sí, øll jørðin er í ró og kvirru.« v12 Eingil Harrans mælti og segði: »Harri herliðanna, hvussu leingi vilt tú drála enn við at eyðsýna miskunn móti Jerúsalem og Júda borgum, ið hava verið fyri vreiði tíni nú í sjeyti ár?« v13 Við mildum orðum og uggandi svaraði tá Harrin einglinum, ið við meg talaði. v14 Og eingilin, ið við meg talaði, segði við meg: Boða og sig: So sigur Harri herliðanna: Eg brenni av vandlæti fyri Jerúsalem og Zion, v15 men av miklari vreiði móti hinum ekkaleysu heidningunum, ið gjørdu skaðan verri, enn eg hevði ætlað í vreiði míni. v16 Tí sigur Harrin soleiðis: Eg komi aftur til Jerúsalem við miskunnsemi; hús mítt har skal verða afturreist, sigur Harri herliðanna, og mátingarband verða tant út um Jerúsalem. v17 Boða framvegis: Soleiðis sigur Harri herliðanna: Aftur skulu borgir mínar vera á tremur av øllum góðum; Harrin skal aftur ugga Zion og velja sær út Jerúsalem.