v1 Eg hevjaði eygu míni, leit meg um og sá fýra horn. v2 Og eg segði við eingilin, ið við meg talaði: »Hvat merkja hesi?« Hann svaraði mær: »Hesi eru hornini, sum syndrað hava Júda, Ísrael og Jerúsalem.« v3 Tínæst læt Harrin meg síggja fýra smiðir. v4 Og eg spurdi: »Hvat ætla hesir at gera?« Hann svaraði og segði: »Hini eru tey hornini, sum syndraðu Júda, so eingin fekk hevjað sítt høvur; men hesir eru komnir til at hvessa øksir sínar og høgga hornini av teimum tjóðum, ið hevjaðu horn ímóti Júdalandi til tess at syndra tað.
v5 Eg hevjaði aftur eygu míni, leit meg um og sí, har var maður við mátingarbandi í hendi. v6 Eg spurdi hann: »Hvar fert tú?« Hann svaraði: »At máta Jerúsalem til tess at kanna um breidd og longd hennara.« v7 Tá gekk eingilin, ið við meg talaði, fram, og annar eingil gekk fram ímóti honum. v8 Og hann segði við hann: »Far og sig við handa unga mannin: Opin og ógird skal Jerúsalem liggja fyri fjøldum av monnum og fenaði, sum har skal vera. v9 Eg vil sjálvur, sigur Harrin, vera eldveggur kring hana og eyðsýna dýrd mína har. v10 Upp, upp flýggið úr norðurlandinum, sigur Harrin, tí frá himinsins fýra ættum savni eg tykkum saman, sigur Harrin! v11 Upp, bjarga tær Zion, tú sum býrt hjá Bábel dóttur! v12 Tí so sigur Harri herliðanna, av hvørs dýrd eg eri sendur til tær tjóðir, sum rændu tykkum: »Hvør, ið nertur tykkum, nertur mín eygnastein! v13 Tí sí, eg reiggi hond míni móti teimum, so at teir skulu verða herfongur hjá trælum sínum. Og tit skulu sanna, at Harri herliðanna hevur sent meg. v14 Fegnast og gleð teg, tú Zions dóttir, tí sí, eg komi og taki upp bústað í miðjari tær, sigur Harrin.« v15 Á tí degi munnu mangar tjóðir geva seg til Harrans og verða fólk hans og búgva í miðjari tær, og tú skalt sanna, at Harri herliðanna hevur sent meg til tín. v16 Tá man Harrin kanna sær Júda sum arvalut sín á heilagari jørð og aftur velja út Jerúsalem. v17 Alt hold veri kvirt fyri Harranum, tí at nú er hann risin upp frá sínum heilaga bústaði.