Fimta sjón: Ljósastaki og tvey oljutrø; Harrin ræður, og Jósva og Zerubbábel eru stjórnarmenn hans. Templið fullgjørt

v1  Eingilin, sum talað hevði við meg, vakti meg nú aftur, eins og tá ið maður verður vaktur úr svøvni, v2  og spurdi meg: »Hvat sært tú?« Eg svaraði: »Eg síggi ljósastaka, sum allur er av gulli, ovast á honum oljuskál og á henni sjey lampur og sjey pípur til hvørja lampu, v3  somuleiðis tvey oljutrø, annað høgrumegin og annað vinstrumegin skálina.« v4  Tá tók eg til máls og spurdi eingilin, sum talað hevði við meg: »Hvat merkir hetta, Harri mín?« v5  Eingilin, sum við meg talaði, svaraði og segði við meg: »Veitst tú ikki, hvat hetta merkir?« Eg svaraði: »Nei, Harri mín.«

v6a  Tá tók hann til máls og segði: v10b  »Hesar sjey lampurnar eru Harrans eygu, sum líta út yvir alla jørðina.« v11  Eg mælti og spurdi hann: »Hvat merkja hesi bæði oljutrøini, sum standa hvørt sínumegin ljósastakan?« v12  Og eg tók aftur til máls og spurdi hann: »Hvat merkja hesar báðar oljuviðargreinarnar, sum ígjøgnum báðar gullpípurnar lata ta gyltu oljuna streyma frá sær í oljuskálina?« v13  Hann svaraði og segði: »Veitst tú ikki, hvat hatta merkir?« Eg svaraði: »Nei, Harri mín.« v14  Tá segði hann: »Hesir eru teir báðir oljusalvaðu, ið standa frammi fyri Harra alrar jarðar.« v6b  Hetta eru orð Harrans til Zerubbábel: Ikki við valdi og ikki við kraft, men við mínum anda, sigur Harri herliðanna. v7  Hvør ert tú, mikla fjall? Slætti skalt tú verða fyri Zerubbábeli. Hann skal leggja upp mønusteinin, meðan rópini gella: Náði, náði verði honum fyri!

v8  Orð Harrans kom til mín soljóðandi: v9  Zerubbábels hendur hava grundað fyri hesum húsi, hendur hans skulu eisini fullgera tað; og tú skalt sanna, at Harri herliðanna hevur sent meg til tykkara. v10a  Tí at øll tey, sum vanmettu hesa lítilsvirdu byrjan, skulu gleðast, tá ið tey síggja hin útvalda steinin í hond Zerubbábels.