Sætta sjón: Hin fljúgvandi bókrullan; bølbiðing yvir syndarar

v1  Eg hevjaði aftur eyguni og sí: Ein fljúgvandi bókrulla. v2  Og hann segði við meg: »Hvat sært tú?« Eg svaraði: »Eg síggi fljúgvandi bókrullu, tjúgu alna langa og tíggju alna breiða.« v3  Tá segði hann við meg: »Hatta er illbiðingin, sum fer út um alt landið; tí at hvør tjóvur og allir, ið gera rangan eið í mínum navni, hava nú nóg leingi sloppið undan revsing. v4  Eg havi latið hana avstað, sigur Harri herliðanna, til tess at hon skal koma inn í hús tjóvsins og inn í húsið hjá honum, ið ger rangan eið í mínum navni, og verða verandi inni í húsum teirra og oyða bæði træverk og grótveggir teirra.«

Sjeynda sjón: Konan í efuni. Bábel verður fyri ógævu

v5  Og eingilin, sum talaði við meg, kom fram og segði við meg: »Hav upp eygu tíni og síggj, hvat hatta er, sum kemur fram har.« v6  Tá spurdi eg: »Hvat er hatta?« Hann svaraði: »Hatta er efan, ið út gongur.« Og hann segði framvegis: »Hatta eru misgerðir teirra í øllum landinum.« v7  Tá varð blýlokið alt í einum avlyft og sí: Niðri í efuni sat kona ein. v8  Og hann segði: »Hetta er gudloysið!« og trýsti hana djúpt niður í efuna og legði blýlokið væl aftur yvir. v9  Síðan hevði eg upp eygu míni, leit meg um og sí, tvær konur komu bornar av vindinum og við veingjum eins og storkaveingjum; tær hevjaðu efuna upp millum heims og himins. v10  Tá spurdi eg eingilin, sum talaði við meg: »Hvar fara tær við efuni?« v11  Hann svaraði mær: »Tær fara at reisa henni hús í Sinears landi, og tá ið tað er uppkomið, seta tær hana á stað hennara.«