v1 Á fjórða ríkisári Dáriusar kongs, kom orð Harrans til Zakarja á fjórða degi hins níggjunda mánaðar, í kislev mánaði. v2 Tá vórðu Betel-Sarezer og Regem-Melek og menn hansara sendir avstað til tess at biðja Harran um náði v3 við hesum fyrispurningi til prestarnar við hús Harra herliðanna og til profetarnar: »Skal eg enn gráta og fasta í fimta mánaði, eins og eg nú havi gjørt í mong ár?« v4 Tá kom orð Harra herliðanna til mín soljóðandi: v5 Sig við fólkið alt í landinum og við prestarnar: Tit hava nú í sjeyti ár fastað og syrgt í fimta og sjeynda mánaðinum, men er tað mín vegna, at tit hava fastað? v6 Og tit hava etið og drukkið, men eru tað ikki tit sjálvir, sum hava etið og drukkið? v7 Eru hetta ikki tey orð, sum Harrin læt kunngera við hinum fyrru profetunum, tá ið fólkið enn livdi í friði og náðum í Jerúsalem og borgunum har um leið, og suðurlandið og láglandið enn var bygt? v8 Og orð Harrans kom framvegis til Zakarja soljóðandi: v9 So sigur Harri herliðanna: Dømið rættvísar dómar og eyðsýnið hvør øðrum kærleika og miskunnsemi; v10 kúgið ikki einkjur og faðirleys, fremmandar og neyðstødd, og havið ikki ilt í huga hvør móti øðrum! v11 Men teir vildu ikki geva tí gætur og treiskaðust; teir gjørdu oyru síni deyv, til tess at teir ikki skuldu hoyra, v12 og hjørtu síni gjørdu teir hørð sum diamant, so at teir ikki hoyrdu lógina og tey orð, sum Harri herliðanna við anda sínum sendi við hinum fyrru profetunum; tí kom mikil vreiði frá Harra herliðanna. v13 Men eins og hann kallaði, og teir vildu ikki hoyra, soleiðis skal eg ikki heldur hoyra, tá ið teir rópa til mín, sigur Harri herliðanna; v14 eg skal foykja teir út millum allar tjóðir, sum teir ikki kenna, so at landið liggur eftir teir sum oyðimørk, har eingin ferðast burtur og aftur. At oyðimørk teir gjørdu tað yndisliga landið.