v1 Orð Harra herliðanna kom soljóðandi: v2 So sigur Harri herliðanna: Eg eri vandlátur um Zion við miklum vandlæti; ja, av miklari vreiði eri eg vandlátur um hana. v3 So sigur Harrin: Eg komi aftur til Zions og taki upp bústað í miðjari Jerúsalem; og Jerúsalem skal nevnast »borgin trúfasta«, og fjall Harra herliðanna »fjallið halga«. v4 So sigur Harri herliðanna: Enn skulu gamlir menn og gamlar konur sita á Jerúsalems torgum og hvør teirra hava stav í hendi fyri elli sakir. v5 Borgartorgini skulu vera full av dreingjum og gentum, ið har halda sær at gaman. v6 So sigur Harri herliðanna: Um tað nú tykist teimum, ið eftir eru av hesum fólki, ómøguligt, man tað tá eisini tykjast mær ómøguligt? sigur Harri herliðanna. v7 So sigur Harri herliðanna: Sí, eg man bjarga fólki mínum heim úr landinum fyri eystan og úr landinum fyri vestan; v8 eg flyti tey heim aftur, og tey skulu búgva í miðjari Jerúsalem og vera fólk mítt, og eg skal vera Guð teirra í trúfesti og rættlæti. v9 So sigur Harri herliðanna: Verið hugreystir tit, sum á hesum døgum hava hoyrt hesi orð av munni profetanna alt frá tí degi, tá grundað varð fyri húsi Harra herliðanna, so at templið kundi verða bygt. v10 Tí at frammanundan hesum døgum kom eingin úrtøka burtur úr strevi manna og strevi djóra; tey, sum gingu út og inn, fingu ongan frið fyri fíggindum, og allar menn læt eg leypa hvønn á annan. v11 Men nú vil eg ikki vera móti teimum, ið eftir eru av hesum fólki, eins og eg var í forðum, sigur Harri herliðanna; v12 tí at nú sái eg frið; víntræið skal bera sín ávøkst, jørðin sín gróður, og himinin veita sína døgg; og alt hetta gevi eg teimum, ið eftir eru av hesum fólki, til ognar. v13 Og eins og tit, Júda ætt og Ísraels ætt, hava verið havdar sum bølbiðingarorð millum tjóðanna, soleiðis skulu tit nú, tá ið eg havi frelst tykkum, verða eitt signingarynski. Óttist ikki, verið hugreystir. v14 Tí at so sigur Harri herliðanna: Eins og eg seti í meg at fara illa við tykkum, tá ið fedrar tykkara reittu meg til vreiði, og eg ikki iðraði meg um tað, sigur Harri herliðanna, v15 soleiðis havi eg aftur sett í meg á hesum døgum at gera væl móti Jerúsalem og Júdahúsi. Óttist ikki. v16 Hetta er tað, sum tit eiga at gera: Talið sannleika hvør við annan og dømið í borgarliðum tykkara rættvísar dómar, ið elva frið; v17 havið ikki ilt í huga hvør móti øðrum og stundið ikki eftir at gera rangar eiðir; tí at alt tílíkt hati eg, sigur Harrin. v18 Og orð Harra herliðanna kom til mín soljóðandi: v19 So sigur Harri herliðanna: Føstan í fjórða mánaði og føstan í fimta mánaði og føstan í sjeynda mánaði og føstan í tíggjunda mánaði skulu vera Júdahúsi til gleði og fagnaðar og at sælum hátíðar døgum; men elskið sannleika og frið. v20 So sigur Harri herliðanna: Enn skulu koma heilar tjóðir og fólk úr mongum borgum; v21 og íbúgvar úr eini borg skulu koma til íbúgvar í aðrari borg og siga: Latum okkum fara at blíðka Harran og søkja Harra herliðanna! Eisini eg komi við! v22 Soleiðis munnu fjølmentir tjóðflokkar og veldigar tjóðir koma til tess at søkja Harra herliðanna í Jerúsalem og til tess at biðja Harran um náði. v23 So sigur Harri herliðanna: Á teimum døgum munnu tíggju menn av øllum tungumálum tjóðanna tríva í kyrtilfaldin hjá einum Júdamanni og siga: Vær viljum fara við tykkum, tí at vær høvum hoyrt, at Guð er við tykkum.