Dómsorð yvir grannar Ísraels

v1  Spádómurin. Orð Harrans er í Hádraks landi, og bústaður hans er Dámaskus vorðin. Árams borgir eru Harrans, v2  eisini Hámat, tess grannatjóð, og Zidon, tí at mikil er vísdómur hennara. v3  Týrus bygdi sær virki og savnaði sær saman silvur eins og dusm og reyðargull eins og túnasóp. v4  Men nú skal Harrin fara við tí; varnarvirki hennara hann smildrar út í havið, og sjálv skal hon verða oydd í eldi. v5  Askalon sær tað og óttast, Gaza og Ekron nøtra so sáran, tí at álit teirra varð fyri ongum, Gaza missir sín kong, og Askalon skal óbygd liggja; v6  og í Asdod skal harkalið hølast; eg geri enda á dramblæti Filista; v7  eg taki blóðið út úr munni teirra og andstygdirnar undan tonnum teirra, so at eisini teir verða Guði várum leivd og ættargrein í Júda, og Ekronitar eins og Jebusitar. v8  Eg skal vera eins og varðmaður fyri húsi mínum móti teimum, sum har koma og fara; eingin kúgari skal meira fara gjøgnum land teirra; tí at nú havi eg sæð tað við egnum eygum.

Friðarkongurin

v9  Rópa av gleði, Zions dóttir, og fegnast tú, Jorsala dóttir; Sí, kongur tín til tín kemur, rættvísur er hann og sigursælur, lítillátur á asna hann ríður, á ungum øsnufola. v10  Hann oyðir hervagnar úr Efraim og hestar úr Jerúsalem; stríðsbogan brýtur hann sundur og birtir frið millum tjóða við sínum orði; frá havi til havs skal vald hans røkka, frá Ánni alt at endamarkum jarðar.

Sigur Harrans yvir heimsveldinum

v11  Vegna blóð sáttmála tíns lati eg fangar tínar leysar úr hini vatnleysu gryvju. v12  Vendið heim aftur til hina víggirdu borg, tit vónríku fangar. Eisini nú skal tað ljóða: Eg endurgjaldi tær tvífalt! v13  Tí at eg spenni Júda sum boga, leggi Efraim á sum ørv og reki synir tínar, Zion, upp ímóti sonum Jávans og geri teg sum svørðið í hond á hetju. v14  Harrin man birtast fyri teimum, og ørvar hansara fara út sum snarljós; Harrin, drottin, blæsur í lúður, fer fram í stormum av suðri. v15  Yvir teimum Harri herliðanna heldur sín skjøldur; teir týna sleingigarparnar og traðka teir niður; blóð teirra drekka teir sum vín og eru á tremur sum offurbolli, rýddir í blóði sum altarsins horn.

Hinir herleiddu koma heim aftur við gleði

v16  Tá skal Harrin, Guð teirra, frelsa teir og goyma at teimum sum at fylgi, tí at sum gimsteinar í krúnu skyggja teir yvir land hans. v17  Hvør mikil er góðska tess og fagurleiki; tað ber bæði korn og vín og elur upp ungar menn og moyggjar!