Ábisjag úr Sjúnem

v1  Dávid kongur var nú gamal og hevði nógv ár á baki; og tó at hann varð ballaður inn í klæði, fekst hann ikki at orna. v2  Tá søgdu tænarar hansara við hann: »Kongi, harra mínum, eigur at verða fingin til handa einhvør ung moyggj, ið kann tæna kongi og hugla um hann; tá ið hon svevur við barm tín, man kongur, harri mín, fara at orna.« v3  So leitaðu teir eftir vakrari ungari gentu í øllum Ísraels landi og funnu Ábisjag úr Sjúnem; hana leiddu teir inn fyri kong. v4  Hon var frálíka vøkur genta; og hon huglaði um kongin og tænti honum, men kongur nam hana ikki.

Ádónija og Sálomon stríðast um kongsdømið

v5  Ádónija, sonur Haggitar, gjørdist hástórur og hugsaði við sær: »Eg vil vera kongur.« Og hann fekk sær vagnar og ross og fimmti mans at renna framman fyri sær. v6  Ongantíð hevði faðir hansara revsað hann og sagt við hann: »Hví hevst tú at tílíkum?« Eisini var hann frálíka fríður í ásjón og á aldri næstur Absaloni. v7  Hann samráddist við Jóab Zerujuson og við Ebjatar prest; og teir bundu felag við Ádónija. v8  Men Zádok prestur og Benaja Jójadason og Nátan profetur og Simei og Rei og hetjur Dávids hildu ikki við Ádónija. v9  Ádónija slátraði nú smalur og stórdýr og gøðingardjór við Ormasteinin, ið er við Rógel keldu; og øllum brøðrum sínum, kongssonunum og øllum Júdamonnum, ið tæntu kongi, beyð hann við; v10  men Nátani profeti og Benaja og hetjunum og Sálomoni, bróður sínum, beyð hann ikki við. v11  Tá mælti Nátan profetur við Batsebu, móður Sálomons: »Hevur tú ikki frætt, at Ádónija, sonur Haggitar, er vorðin kongur, og Dávid, harri okkara, veit ikki av tí? v12  Men nú skal eg leggja tær ráð, til tess at tú og sonur tín Sálomon mega bjarga lívinum: v13  Far inn fyri Dávid kong og sig við hann: Heitti tú, kongur, harri mín, ikki trælkonu tíni við eiðargerð, at Sálomon, sonur tín, skuldi verða kongur eftir teg og sita í hásæti tínum – hví er tá Ádónija nú vorðin kongur? v14  Og meðan tú enn stendur og talar við kong, komi eg inn aftan á teg og staðfesti orð tíni.« v15  Síðan gekk Batseba inn fyri kong í svøvnskemmuna; men kongur var tá ógvuliga gamal; og Ábisjag úr Sjúnem huglaði um hann. v16  Og tá ið Batseba fell á knæ og lútaði kongi, mælti kongur: »Hvat vilt tú?« v17  Hon svaraði honum: »Harri mín, tú hevur svorið trælkonu tíni um Harran, Guð tín, at Sálomon, sonur tín, skal verða kongur eftir teg og sita í hásæti tínum, v18  men nú er Ádónija vorðin kongur; og tú, kongur, harri mín, veitst av ongum. v19  Hann hevur slátrað nøgdir av oksum, gøðingardjórum og smalum; og øllum kongssonunum og Ebjatari presti og Jóabi herhøvdinga hevur hann boðið við; men Sálomoni, træli tínum, hevur hann ikki boðið við. v20  Og nú, kongur, harri mín, horva øll eygu í Ísrael at tær, til tess at tú skalt kunngera, hvør ið sita skal í hásæti kongsins, harra míns, eftir teg. v21  Annars verður mær og Sálomoni, syni mínum, vandi til handa, tá ið kongur, harri mín, er farin til hvíldar hjá fedrum sínum.« v22  Men meðan hon enn talaði við kong, kom Nátan profetur. v23  Tá varð sagt fyri kongi: »Nátan profetur er komin higar.« Gekk hann tá inn fyri kong og fell fram á ásjón sína til jarðar fyri kongi. v24  Og Nátan mælti: »Hevur tú, kongur, harri mín, sagt, at Ádónija skal verða kongur eftir teg og sita í hásæti tínum? v25  Tí at hann er farin oman í dag og hevur slátrað nøgdir av oksum og gøðingardjórum og smalum; og øllum kongssonunum og herhøvdingunum og Ebjatari presti hevur hann boðið við; sita teir nú og eta og drekka saman við honum og rópa: Ádónija kongur livi! v26  Men hvørki mær, træli tínum, ella Zádoki presti ella Benaja Jójadasyni ella Sálomoni, træli tínum, hevur hann boðið við. v27  Manst tú, kongur, harri mín, hava skipað fyri hesum og ikki hava kunngjørt trælum tínum, hvør ið sita skal í hásæti kongsins, harra míns, eftir teg?« v28  Tá tók Dávid kongur til orða og mælti: »Rópið mær Batsebu.« Gekk hon tá inn fyri kong og varð standandi frammi fyri honum. v29  Tá svór kongur og mælti: »So satt sum Harrin livir, ið bjargað mær hevur úr øllum vanda: v30  Havi eg áður svorið tær um Harran, Guð Ísraels, at sonur tín skuldi verða kongur eftir meg og sita í hásæti mínum í mín stað, so vil eg staðfesta tað í dag!« v31  Tá fell Batseba fram á ásjón sína til jarðar, lútaði kongi og mælti: »Dávid kongur, harri mín, livi um allar ævir!« v32  Tá mælti Dávid kongur: »Rópið mær Zádok prest, Nátan profet og Benaja Jójadason!« Og teir gingu inn fyri kong. v33  Og kongur segði við teir: »Takið við tykkum menn harra tykkara, setið Sálomon upp á múldjór mítt og farið við honum oman til Gihon. v34  Har skulu Zádok prestur og Nátan profetur salva hann til kong yvir Ísrael; blásið síðan í lúðurin og rópið: Sálomon kongur livi! v35  Fylgið honum síðan higar, og tá ið hann er komin higar, skal hann setast í hásæti mítt og verða kongur í mín stað, tí at hann havi eg skipað til at verða høvdingi yvir Ísrael og Júda.« v36  Tá svaraði Benaja Jójadason kongi og mælti: »Veri tað so! Harrin, Guð harra míns, man vissuliga útinna tað! v37  Eins og Harrin hevur verið við kongi, harra mínum, soleiðis veri hann nú við Sálomoni og hevji hásæti hansara hátt yvir hásætið hjá Dávidi kongi, harra mínum!« v38  Tá fóru teir Zádok prestur og Nátan profetur, Benaja Jójadason og Kretar og Pletar og settu Sálomon upp á múldjór Dávids kongs og fóru við honum til Gihon. v39  Og Zádok prestur tók oljuhornið úr tjaldinum og salvaði Sálomon. Tá blástu teir í lúður, og alt fólkið rópaði: »Sálomon kongur livi!« v40  Síðan fylgdi alt fólkið honum heim aftur við ljóðpípum og miklum fagnaðarrópum, so at jørðin mundi rivnað av rópum teirra. v41  Hetta hoyrdu Ádónija og gestir hansara, beint sum teir høvdu lokið máltíðina. Og tá ið Jóab hoyrdi lúðraljómin, spurdi hann: »Hvat er hetta fyri glymur í borgini?« v42  Men meðan hann talaði, kom Jónatan, sonur Ebjatars prests, rennandi. Tá rópaði Ádónija: »Kom higar; tí at tú ert álitismaður og manst flyta góð tíðindi!« v43  Jónatan svaraði Ádónija og mælti: »Nei, Dávid, harri okkara, hevur skipað Sálomon til at vera kongur. v44  Kongur sendi Zádok prest og Nátan profet, Benaja Jójadason og Kretar og Pletar við honum. v45  Og Zádok prestur og Nátan profetur salvaðu hann til kong í Gihon og fylgdu honum síðan heim haðan við fagnaðarrópum; harav stóðst rómur í borgini; og hetta var tann glymur, sum tit hoyrdu. v46  Eisini er Sálomon longu setstur í kongshásætið. v47  Og somuleiðis komu tænarar kongs og bóðu Dávid kong, harra okkara, vera sælan og søgdu: Gævi Guð geri Sálomon navnframari enn teg og lati hásæti hans verða hægri enn hásæti títt! Tá lútaði kongur í bøn á legu síni v48  og mælti soleiðis: Signaður veri Harrin, Guð Ísraels, sum skipað hevur í dag eftirmann í hásæti mítt og hevur latið mær eydnast at síggja tað!« v49  Tá kom ræðsla á allar gestir Ádónija; teir hildu avstað og hildu hvør sína leið. v50  Og so óttafullur varð Ádónija fyri Sálomoni, at hann tók til beins og treiv um altarshornini. v51  Og tá ið hetta varð sagt fyri Sálomoni kongi, at Ádónija ræddist hann so illa, at hann hevði trivið um altarshornini og mælt: »Sálomon kongur svørji mær í dag, at hann ikki vil taka træl sín av lívi,« v52  tá svaraði Sálomon: »Roynist hann reystur, skal ikki hár falla til jarðar av høvdi hans; men roynist hann illmenni, skal hann týna lívið!« v53  Síðan beyð Sálomon kongur at taka hann frá altarinum; og tá ið hann kom og fell Sálomoni kongi til kníggja, segði Sálomon við hann: »Far nú heim til tín sjálvs!«