v1 Tá ið Hiram, kongur í Týrus, frætti, at Sálomon var salvaður til kong í stað faðirs síns, sendi hann tænarar sínar á fund Sálomons; tí Hiram hevði allar dagar verið góður vinur við Dávid. v2 Sálomon sendi Hirami hetta svar: v3 »Tú veitst um Dávid, faðir mín, at hann fekk ikki reist navni Harrans, Guðs síns, hús fyri øllum tí ófriði, sum gekk á hann úr øllum ættum, til Harrin legði fíggindar hans undir føtur hansara. v4 Men nú hevur Harrin, Guð mín, givið mær frið við allar grannar; ongan havi eg mótstøðumannin, og eingin vandi er í hendi. v5 Tí ætli eg nú at byggja navni Harrans, Guðs míns, hús eftir orðum Harrans við Dávid, faðir mín, tá ið hann mælti: Sonur tín, ið eg vil seta í hásæti títt í tín stað, hann skal reisa navni mínum húsið! v6 Bjóða tí at høgga mær sedristrø av Libanon. Tænarar mínir skulu starva saman við tænarum tínum; og eg vil greiða tænarum tínum ta løn, ið tú leggur á; tí at tú veitst, at eingin er hjá okkum, ið dugir at høgga við sum Zidonitar.« v7 Tá ið Hiram fekk hesi boð frá Sálomoni, gleddist hann stórliga og mælti: »Lovaður veri Harrin í dag, sum hevur givið Dávidi so vitran son til at valda hesi miklu tjóð!« v8 Og Hiram sendi Sálomoni hetta svar: »Eg havi fingið boðini, tú sendi mær, og eg vil gera tær alt til vildar viðvíkjandi sedrisviði og syprisviði; v9 menn mínir skulu flyta viðin oman av Libanon til sjóvar, og eg skal skipa hann í flakar á sjónum og senda hann á tann stað, ið tú vilt; har skal eg taka flakarnar sundur, og so mást tú sjálvur taka hann upp; men afturfyri skalt tú veita hirð míni vistir eftir ynski mínum.« v10 Hiram læt tá Sálomon fáa so nógv, sum hann vildi, av sedrisviði og syprisviði. v11 Og Sálomon sendi Hirami tjúgu túsund kor av hveiti hirð hansara til matna og tjúgu kor av olju úr stoyttum berjum. Hetta læt Sálomon Hiram fáa á hvørjum ári. v12 Og Harrin gav Sálomoni vísdóm, eins og hann hevði heitt honum; og Hiram og Sálomon bundu frið og gjørdu sáttmála sín ámillum. v13 Sálomon kongur læt nú búgva út starvskyldumenn av øllum Ísrael, tríati túsund mans. v14 Teir sendi hann niðan á Libanon í skiftum, tíggju túsund um mánaðin, soleiðis at teir vóru ein mánað á Libanon og tveir mánaðir heima hjá sær sjálvum. Ádóniram hevði umsjón við starvskyldumonnunum. v15 Og Sálomon hevði sjeyti túsund burðarmenn og áttati túsund steinhøggarar í fjøllunum v16 umframt trý túsund og trý hundrað yvirfútar, ið Sálomon hevði sum umsjónarmenn yvir teim monnum, ið starvaðust. v17 Og eftir boði kongs høgdu teir stórar og dýrmettar steinar til tess at byggja grund tempulsins úr høgdum gróti. v18 Og smiðir Sálomons og smiðir Hirams og Giblitar evnaðu til viðin og steinarnar, sum templið skuldi byggjast av.