Jónatan og Dávid gerast vinir

v1  Tá ið Dávid hevði endað samrøðu sína við Sául, legði Jónatan mikla ást við hann; og Jónatan elskaði Dávid eins og sjálvan seg. v2  Og Sául tók hann til sín henda sama dag og loyvdi honum ikki at fara heim aftur til faðirs síns. v3  Jónatan gjørdi fostbrøðralag við Dávid, av tí at hann unti honum eins og sjálvum sær. v4  Og hann læt seg úr skikkju síni og gav Dávidi hana, ja, eisini herbúnað sín og svørð sítt og boga og belti.

Øvundsjúka Sáuls

v5  Og hvar Sául sendi hann í hernað, var hann happadrúgvur, tí setti Sául hann á odda fyri hermonnunum, og hann var væl umtóktur bæði av fólkinum og tænarum Sáuls. v6  Men tá ið teir vóru á heimferð, eftir at Dávid hevði felt Filistan, komu konur úr øllum bygdum Ísraels syngjandi og dansandi út at fagna Sáuli kongi við glymskálum og fagnaðarrópum og søltrum. v7  Og meðan tær tróðu dansin, sungu tær: »Sául vá síni túsund, men Dávid síni tíggju túsund!« v8  Tá varð Sául ógvuliga vreiður, og hesi orð hugaðu honum illa, og hann mælti: »Dávidi geva tær tíggju túsund, men mær geva tær bert túsund; nú vantar honum einans kongsdømið.« v9  Og frá teirri stund hevði Sául ringt eyga á Dávidi. v10  Dagin eftir kom illur andi frá Guði yvir Sául, so hann leikaði óður inni í húsinum, meðan Dávid sló streingirnar, so sum hann var vanur á hvørjum degi. Men Sául hevði spjót í hendi; v11  og hann reiggjaði tí í teirri ætlan at renna tað gjøgnum Dávid og inn í bróstið; men Dávid brá sær tvær reisur undan honum. v12  Tá fór Sául at ræðast Dávid, av tí at Harrin var við honum, men var vikin frá Sáuli. v13  Tessvegna fekk hann hann burtur frá sær og setti hann til høvdinga yvir túsund; og hann fór í hernað og kom heim aftur á odda fyri herliðinum. v14  Dávid var eydnuríkur í øllum, sum hann tók sær fyri, av tí at Harrin var við honum. v15  Og tá ið Sául sá, hvussu eydnan fylgdi honum, varð hann ógvuliga ræddur fyri honum. v16  Og allur Ísrael og Júda unti Dávid, tí at hann fór í hernað og kom heim aftur á odda fyri teimum. v17  Sául mælti nú við Dávid: »Sí, her er Merab, elsta dóttir mín, hana vil eg geva tær til konu, um tú vilt roynast reystur maður og ganga undan í bardøgum Harrans.« Men Sául hugsaði: »Ikki eg vil leggja hond á hann; men Filistar skulu leggja hond á hann.« v18  Tá mælti Dávid við Sául: »Hvør eri eg, hvat er ættargrein mín og faðirs míns í Ísrael, at eg skal verða mágur kongs?« v19  Men tá ið tann stundin kom, at Dávid skuldi giftast Merab, dóttur Sáuls, varð hon givin Ádriel úr Mehóla til konu.

Dávid fær Mikal til konu

v20  Nú fekk Mikal, dóttir Sáuls, hug á Dávidi; og tá ið Sául frætti tað, dámdi honum tað væl. v21  Tí at hann hugsaði: »Eg vil geva honum hana, til tess at hon kann verða honum snerra, so at hann fellur fyri Filistum.« Og Sául mælti við Dávid: »Á øðrum sinni verður tú í dag mágur mín.« v22  Og Sául beyð tænarum sínum loyniliga at siga við Dávid: »Kongi dámar teg væl, og allir tænarar hansara unna tær; lat tær tí líka at verða mágur hansara.« v23  Tænarar Sáuls bóru Dávidi hesi tíðindi; men Dávid svaraði: »Eru tað smámunir í eygum tykkara at verða mágur kongs? Eg eri jú fátækur og lítilsverdur maður.« v24  Og tænarar Sáuls bóru honum boð um, hvat Dávid hevði svarað. v25  Tá beyð Sául at mæla hesum orðum við Dávid: »Ikki leggur kongur í annan mund enn hundrað yvirhúðir av Filistum, so kongur á tann hátt má fáa hevnd yvir fíggindar sínar.« Men Sául hevði í kvittanum at lata Dávid falla fyri Filistahond. v26  Tænarar hansara bóru nú Dávidi hesi orð, og Dávidi líkaði væl at verða mágur kongs. v27  Síðan fór Dávid út við monnum sínum og drap tvey hundrað Filistar, og hann tók yvirhúðir teirra og flutti kongi tær allar samlar, til tess at hann kundi vera mágur hansara. Tá gav Sául honum Mikal, dóttur sína, til konu. v28  Men tá ið Sául sá og skilti, at Harrin var við Dávidi, og at allur Ísrael unti honum, v29  øktist ótti hansara fyri Dávidi. Og Sául hevði allar dagar ilt eyga á Dávidi. v30  Men høvdingar Filistanna fóru út í hernað; og hvørja ferð teir fóru út, var Dávid happadrúgvari enn allir tænarar Sáuls, so at ágiti hansara frættist víða.