Lóg um takkaroffur

v1  Er offurgáva hansara takkaroffur, tikið av stórdjórum, tá skal tað, sum hann ofrar Harranum, hvørt tað er av kallkyni ella kvennkyni, vera lýtaleyst; v2  hann skal leggja hond sína á høvur offurdjórsins og slátra tað við dyr samfundartjaldsins; men synir Árons, prestarnir, skulu støkkja blóðið upp á altarið alt íkring. v3  Síðan skal hann sum eldoffur ofra Harranum nakað av takkarofrinum: netjuna, sum er á indrunum, og allan mørin á innvølinum, v4  bæði nýruni við nýrumørum og livrarbroddin, sum skal vera skorin frá nýrunum; v5  og synir Árons skulu brenna tað oman á brenniofrinum, ið liggur á viðinum yvir eldinum; tað er eldoffur, Harranum vælangandi roykur.

v6  Men er offurgávan, ið hann ætlar Harranum sum takkaroffur, av smáfænum, tá skal tað, sum hann framber, hvørt tað er av kallkyni ella kvennkyni, vera lýtaleyst. v7  Er tað lamb, ið hann vil frambera sum offurgávu, skal hann leiða tað fram fyri Harran; v8  síðan skal hann leggja hond sína á høvur offurdjórsins og slátra tað við dyr samfundartjaldsins; men synir Árons skulu støkkja blóðið av tí upp á altarið alt íkring. v9  Síðan skal hann av takkarofrinum ofra Harranum sum eldoffur tað feita, feithalan allan, ið skal vera skorin frá við halabeinið, netjuna, sum er á indrunum, og allar mørir á innvølinum, v10  bæði nýruni við nýrumørum og livrarbroddin, sum skal vera skorin frá nýrunum. v11  Og presturin skal brenna tað á altarinum sum breyðeldoffur fyri Harranum.

v12  Er offurgáva hansara geit, skal hann leiða hana fram fyri Harran; v13  og hann skal leggja hond sína á høvur hennara og slátra hana við dyr samfundartjaldsins; men synir Árons skulu støkkja blóðið av henni upp á altarið alt íkring. v14  Síðan skal hann av tí frambera sum offurgávu sína, sum eldoffur til Harrans, netjuna, sum er á indrunum, og allar mørir á innvølinum, v15  bæði nýruni við nýrumørum og livrarbroddin, sum skal vera skorin frá nýrunum. v16  Og presturin skal brenna tað á altarinum; tað er breyðeldoffur, vælangandi roykur. Allir mørir hoyra Harranum til. v17  Hetta skal vera tykkum ævigt løgmál ættarlið eftir ættarlið á øllum bústøðum tykkara: Ongan mør og einki blóð mega tit eta!«