Rut hentar øks á ekru Bóazar

v1  Maður Nóomi átti har frænda, ríkan mann av ætt Elimeleks, Bóaz nevndur at navni. v2  Rut, hin móabitiska, segði nú við Nóomi: »Eg fari út á elmuna at henta øks aftan á einhvønn, ið mær unnast.« Og hon svaraði henni: »Far tú, dóttir mín!« v3  Hon fór tá út á elmuna at henta øks aftan á akurskurðarmenninar; men tað vildi so til, at Bóaz, skyldmaður Elimeleks, átti tann akurin. v4  Og sí, Bóaz kom úr Betlehem, og hann sigur við akurskurðarmenninar: »Harrin veri við tykkum!« Og teir svaraðu: »Harrin signi teg!« v5  Tá segði Bóaz við tann húskallin, ið settur var yvir bønarfólkinum: »Hvørjum hoyrir handa gentan til?« v6  Húskallurin, ið settur var yvir bønarfólkinum, svaraði og segði: »Hatta er móabitisk genta, ið komin er úr Móablandi við Nóomi; v7  og hon bað um loyvi til at henta og savna øks bundanna millum aftan á akurskurðarmenninar; og uttan steðg og uttan hvíld hevur hon nú hildið á frá snimma í morgun, og alt til nú.« v8  Tá segði Bóaz við Rut: »Hoyr, tú dóttir mín! Far ikki á annan akur at henta øks; nei, far ikki hiðan, men halt teg aftur at gentum mínum. v9  Hygg eftir tí akri, har sum tær skera, og gakk aftan á tær. Eg havi boðið húskøllunum ikki at meina teg; og verður tú tyst, tá far yvir at ílátunum og drekk av tí, sum húskallarnir oysa upp!« v10  Tá lútaði hon til jarðar fram á ásjón sína og segði við hann: »Hví sýnir tú mær vælvild og hevur tokka í mær, eg, sum eri fremmand?« v11  Bóaz svaraði henni: »Mær hevur verið sagt frá øllum, ið tú hevur gjørt ímóti vermóður tíni, eftir at maður tín er deyður; hvussu tú fórt frá faðir og móður og føðilandi tínum til fólk, ið tú áður ikki kendi. v12  Harrin løni tær verk títt, og endurgjald títt verði fullkomið frá Harranum, Ísraels Guði, undir hvørs veingjum tú ert komin at leita tær skjól!« v13  Og hon segði: »Á, hevði eg funnið náði í tínum eygum! Tí at tú hevur uggað meg og talað blídliga við tænastukonu tína, tó at eg ikki má javnmetast við nakra av tænastukonum tínum!«

v14  Tá ið etingartíðin var komin, segði Bóaz við hana: »Kom tú higar og et av breyðinum og drep bita tín niður í ediksblandið!« Tá settist hon niður hjá akurskurðarmonnunum, og hann rætti henni bakað korn, og hon át seg metta og leivdi. v15  Síðan fór hon aftur at henta upp øks; og Bóaz beyð húskøllum sínum og segði: »Eisini bundanna millum má hon henta upp øks, ikki mega tit gera henni ónáðir; v16  dragið henni eisini øks út úr bundunum og latið tey liggja soleiðis, at hon má sanka tey; ikki mega tit deila hana!« v17  Hon hentaði nú øks á elmuni alt til kvølds, og tá ið hon hevði treskt tað, sum hon hevði hentað, var tað út ímóti eini efu av byggi.

v18  Og hon tók tað og fór inn í bygdina, og vermóðir hennara sá, hvat ið hon hevði hentað; síðan tók Rut fram og flýddi henni tað, sum hon hevði leivt, tá hon hevði etið seg metta. v19  Tá segði vermóðirin við hana: »Hvar hevur tú hentað øks í dag, og hvar hevur tú verið? Signaður veri hann, ið tær hevur sýnt vælvild!« Hon segði nú vermóður síni frá, hjá hvørjum hon hevði verið, og mælti: »Maðurin, sum eg havi verið hjá í dag, eitur Bóaz.« v20  Tá segði Nóomi við sonarkonu sína: »Signaður veri hann av Harranum, ið várkunnar bæði teimum, ið liva, og teimum, ið farnir eru!« Og Nóomi segði framvegis við hana: »Hasin maðurin er nær skyldur við okkum; hann er ein av loysnarmonnum okkara.« v21  Tá segði Rut, hin móabitiska: »Hann segði eisini við meg: Halt teg aftur at húskøllum mínum, til teir hava lokið øllum akurskurði mínum!« v22  Og Nóomi segði við Rut, sonarkonu sína: »Tað er gott, at tú fylgist við tænastugentum hansara, so at tú ikki verður illa viðfarin á øðrum økrum!« v23  Hon helt seg tá aftur at tænastugentum Bóazar og hentaði øks, til bæði byggskurður og hveitiskurður vóru at enda; men hon búði heima hjá vermóður síni.