v1 Nóomi, vermóðir hennara, segði nú við hana: »Dóttir mín, skal eg ikki royna at fáa tær heim, so at tær fer at vignast væl? v2 Sí, Bóaz, skyldmaður okkara, hvørs tænastugentum tú hevur verið saman við, fæst í nátt við at bera korn inn á treskivøllin. v3 Tváa tær nú og salva teg, lat teg í og far oman at treskivøllinum; men lat ikki mannin verða varan við teg, fyrr enn hann hevur etið og drukkið. v4 Men tá ið hann fer niður, hygg tá eftir, hvar hann leggur seg, og far og lyft upp áklæðið við føtur hans og legg teg har; tá man hann siga tær, hvat tú skalt gera!« v5 Hon svaraði henni: »Eg vil gera alt, sum tú sigur!«
v6 Síðan fór hon oman at treskivøllinum og gjørdi, so sum vermóðirin hevði boðið henni. v7 Men tá ið Bóaz hevði etið og drukkið og var væl hýrdur, fór hann og legði seg at sova við endan á kornbinginum; tá kom hon ljódliga, hevði upp áklæðið við føtur hans og legði seg. v8 Men um miðjunátt varð manninum dátt við; tí at tá ið hann settist upp undir seg, sá hann kvinnuna liggja á fótalagnum. v9 Tá mælti hann: »Hvør ert tú?« Hon svaraði: »Eg eri Rut, tænastukona tín; breið nú skeytið av skikkju tíni yvir tænastukonu tína; tí at tú ert loysnarmaðurin!« v10 Tá segði hann: »Signað veri tú av Harranum, dóttir mín! Góða hjartalag títt hevur tú nú sýnt enn betur enn áður, við tað at tú ikki nálgaðist uppi í unglingunum, hvørki fátækum ella ríkum! v11 Óttast nú ikki, dóttir mín! Alt, sum tú sigur, vil eg gera; tí at allir bygdarmenn mínir vita, at tú ert dugnakona. v12 Satt er, at eg eri loysnarmaður tín; men til er annar maður, ið er nærri enn eg. v13 Ver tú nú her í nátt; um hann í morgin vil loysa teg, íðan, so loysi hann teg; men um tað ikki hugar honum at loysa teg, so vil eg, so satt sum Harrin livir, loysa teg. Ligg tú kvirr til í morgin!«
v14 Síðan lá hon við fótalag hansara til morguns og fór upp, áður enn menn tektu hvør annan; tí at hann hugsaði: »Ikki má tað spyrjast, at kona hevur verið við treskivøllin!« v15 Síðan segði hann: »Tak møttulin, sum tú ert í, og breið hann út!« Og hon tók og breiddi hann út; og hann máldi upp í hann seks mát av byggi, lyfti upp á hana og læt hana fara heim til bíggjar. v16 Tá ið hon kom til vermóður sína, segði hon: »Hvussu vignaðist tær, dóttir mín?« Hon taldi henni nú frá øllum, ið maðurin hevði gjørt ímóti henni, v17 og segði: »Hesi seks mátini av byggi gav hann mær og segði: Ikki skalt tú við tómum hondum fara heim til vermóður tína!« v18 Tá segði hon: »Halt teg nú kvirra, dóttir mín, til tú frættir úrslitið; tí at hasin maðurin unnar sær ikki náðir, fyrr enn hann hevur útint sítt og tað í dag!«