v1  Ikki okkum, Harri, ikki okkum, men navni tínum gevi tú æru fyri miskunnar tínar, fyri trúfesti tínar sakir! v2  Hví skulu heiðin fólk siga: »Hvar er nú teirra Guð?« v3  meðan Guð vár tó er á himni og ger alt tað, ið hann lystir! v4  Skurðgudar teirra eru silvur og gull, gjørdir av mannahondum. v5  Teir hava munn, men tala ikki, hava eygu, men kunnu ei síggja, v6  hava oyru, men kunnu ei hoyra, hava nasar, men kenna ikki lukt, v7  hava hendur, men kunnu ei taka, hava føtur, men kunnu ei ganga, ei teir mæla við sínum barka. v8  Teimum líkir verða teir, ið teir gjørdu, allir, ið líta á teir. v9  Men Ísrael lítur á Harran, hann er teirra hjálp og verja. v10  Árons ætt lítur á Harran, hann er teirra hjálp og verja. v11  Teir, ið Harran óttast, líta á Harran, hann er teirra hjálp og verja. v12  Harrin okkum minnist, hann vil vælsigna. Ísraels ætt vil hann signa, Árons ætt vil hann signa. v13  Teir, ið Harran óttast, vil hann signa, øll, bæði smá og stór. v14  Harrin vil lata tykkum vaksa, tykkum og tykkara børn. v15  Av Harranum eru tit signað, ið skapaði himmal og jørð. v16  Himmalin er himmal fyri Harranum, men jørðina hann menniskjum gav. v17  Teir deyðu ei Harranum lova, og eingin teirra, sum í kvirr fóru niður. v18  Men vit, vit vilja Harranum lova nú og um allar ævir. Halleluja!